16
Okt

Ráðleggingardagur

Tann 22.november 2024, hava vit ráðleggingardag. Tann dag
19
Jun

Lýsing eftir námsfrøðingum

Námsfrøðingar til DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐ Vit søk
07
Maj

SUMMARANSING

Síðsta freist at melda til summaransing er mikudagin 8.mai

Lýsing eftir námsfrøðingum
19
Jun

Námsfrøðingar til DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐ

Vit søkja eftir námsfrøðingum, at byrja 12.08.2024 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00
Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár
Tímatali er millum 20 og 40 tímar um vikuna.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 04.juli 2024, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo