29
Okt

KÍ-samling

Uppladingin til STEYPAFINALUNA er í gongd og spenningur í
29
Okt

Lýsing

  Námsfrøðingar ella hjálparfólk til DR.MARGRETHU BA
03
Okt

Ráðleggingardagur

Góðu foreldur. Vit vilja minna á, at fríggjadagin 10.okt

Matur

Morgun

Vit mæla til, at børnini eta morgunmat heima. Felags móttøka er millum 7.30 og 9.00. Síðani verður farið inn á sína stovu. 

Matpakki/frukt

Til kl.12.00 skal barnið hava en matpakka við heimanífrá. Vøggustovubørn eta umleið kl 11. Øll børnini fåa frukt fra barnagarðinum kl.15.00. Børnini fáa mjólk og ella vatn til máltíðirnar. Áðrenn vit eta á middegi, syngja vit ella biðja bordbøn / borðsang.

Dentur verður lagdur á, at matpakkin er sunnur, fjøltáttaður og innbjóðandi fyri barnið.

Matdagar

Einaferð um vikuna hevur hvør stova sær, kalt bord. Tvs hendan dagin hevur barnið ikki matpakka við. Børnini hjálpa til at matgerða. Umleið  eina ferð um mánan er heitur matur, istadin fyri kalt bord, sum á saman hátt verður tilgjørdur saman við børnunum. Tað er upp til hvørja stovu sær, at hava "breyðdag".