14
Apr

Lýsing

                                       
03
Mar

Alia

Fyri tíð síðani valdu vit at fara frá Ansa og Intra, y
16
Okt

Ráðleggingardagur

Tann 22.november 2024, hava vit ráðleggingardag. Tann dag

Grønastova

Í Grønstovu ganga 20 børn í aldrinum 3 til 5 ár. Vit leggja dent á, at barnið fær ein indihaldsríkan og mennandi dag, við avbjóðingum ið hóska til førleikan hjá barninum. Vit eru nógv úti í náttúruni, fyri at fáa hana at vera ein nátúrligan part af dagligdegnum hjá barninum. Vit leggja eisini stóran dent á gott foreldrasamstarv, tí vit meta, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Hetta gera vit ma við at hava foreldrakaffi , og kunna foreldrini, mánað fyri mánað, hvat fer fram á stovuni. Endamálsorðingin fyri barnagarðin verður fylgd, sum er at lesa undir Stovnurin.

Vit svimja 1.ferð um vikuna og eru í badminhøllini ein dag, 2' hvørja viku.

Vit vitja tey gomlu á Norðaoya Ellis og Vistarheim og Sambýlið í Bøgøtu.

Barnagarðsgjaldi er 1.150,00 kr. pr.mðr., alt árið.