Tað er nógv virksemi á stovninum um dagarnar. Vit perla, seyma, klippa, tekna, mála, líma, spæla, viðhvørt alt ísenn. So av og á kann tað verða eitt sindur svansut. Tí vilja vit hava, at børnini eru í klæðum, sum tola at gerast skitin og vát. Vit gera dagligar túrar út av húsinum antin øll saman ella í minni bólkum. Ofta verður farið oman í fjøruna ella út um Klaksvíkina, har tað er frítt hjá børnum at spæla. Vit vitja eisini tey almennu spæliplássini, fótbóltsvøllin, fimleikarhøllinar, bókasavnið o.l. Garðurin hjá okkum verður eisini nógv nýttur. Vit hava fingið nýggjar leikur til garðin. Garðurin er deildursundur soleiðis, at tey smáu, 0-3 ára gomlu, hava ein part fyri seg sjálvan.
Morgunmatur
Frá kl.7.30 til kl. 8.30 er felags morgunmatur inni í køkinum. Vit mæla til at barnið etur morgunmat heima. Tað er felags móttøka úti í Gongini, í Grønustovu og í Gulustovu. Hurðarnar til Stórustovu vera latnar upp kl. 7.30, soleiðis er møguleikin hjá tykkum, at leggja klæðir, matpakka o.a inn.
Samling
Hvønn morgun kl. 10.00 samla vit børnini stovuvís. Vit syngja sunnudagsskúla- og aðrar barnasangir, biðja Faðir Vár, lesa søgur, spæla spøl, børnini greiða frá ymiskum o.a. Undantikið mikudag, tá hava vit felags samling úti í gongini.
Matpakki/frukt
Til kl.12.00 skal barnið hava matpakka við heimanífrá. Øll børnini fáa frukt frá barnagarðinum kl.15.00. Børnini fáa mjólk og ella vatn til máltíðirnar. Borðbøn verður sungin, áðrenn matpakkin verður etin. Dentur verður lagdur á, at mat-pakkin er sunnur, fjøltáttaður og innbjóðandi fyri barnið.
Matdagar
Einaferð um vikuna hevur hvør stova sær kalt borð. T.v.s hendan dagin hevur barnið ikki matpakka við, men onkran viðskera, breyð ella smør. Ein listi verður hongdur upp, at skriva seg á. Børnini hjálpa til at leggja á føt og at smyrja sjálvi. Umleið einaferð um mánaðin er tað heitur matur, ístaðin fyri kalt borð, sum á sama hátt verður tilgjørdur saman við børnunum. Foreldrini gjalda kr. 25-30 pr. barn.
Leika
Barnið kann gott hava leiku heimanífrá við í barnagarð. Tó er ikki loyvt at hava súkklur, renni-hjól og rulluskoytir við. Starvsfólkið tekur sær onga ábyrgd av, um tað verður burtur ella skaði kemur á leikurnar.
Svimjing
Vit hava møguleika at svimja eina ferð um vikuna. Hetta er eitt tilboð, sum vit bjóða, soleiðis at børnini, gerast trygg við vatni. Við fara 1 vaksin við 1-3 børnum í barnagarðsaldri, og 2 vaksin við 5-6 børnum í forskúlaaldri. Børnini fáa ein seðil heim við, tá teirra túrur er at svimja. Minnist til at seta navn á arm-/svimjiringar, í hand-klæði og klæðir. Børnini minnast ikki altíð til, hvat tey hava við sær, og ringt er hjá tí vaksna at vita, hvør eigur hvat. Fyri at gera svimjingina tryggari, er altíð ein vaksin afturat, sum er uppi á landi, hvar betur yvurlit er.
Skiftiklæðir
Sum sagt, so eru vit nógv úti, og vilja vit tí hava, at barnið er ílatið eftirumstøðunum og hevur skiftiklæðir við, helst eitt sett liggjandi í kurvini. Regnklæðir/ kavaklæði og gummistivlar kann verða liggjandi allavikuna í barnagarðinum.Tey børn, ið brúka blæðu, hava hesar við sjálvi. Minnist til at seta navn í klæðini. Nógv børn eiga eins klæðir, og støddin er tann sama.