14
Apr

Lýsing

                                       
03
Mar

Alia

Fyri tíð síðani valdu vit at fara frá Ansa og Intra, y
16
Okt

Ráðleggingardagur

Tann 22.november 2024, hava vit ráðleggingardag. Tann dag

Um Virksemi

Tað er nógv virksemi á stovninum um dagarnar. Vit perla, seyma, klippa, tekna, mála, líma, spæla, viðhvørt alt ísenn. So av og á kann tað verða eitt sindur svansut. Tí vilja vit hava, at børnini eru í klæðum, sum tola at gerast skitin og vát. Vit gera dagligar túrar út av húsinum antin øll saman ella í minni bólkum. Ofta verður farið oman í fjøruna ella út um Klaksvíkina, har tað er frítt hjá børnum at spæla. Vit vitja eisini tey almennu spæliplássini, fótbóltsvøllin, fimleikarhøllinar, bókasavnið o.l. Garðurin hjá okkum verður eisini nógv nýttur. Garðurin hjá okkum er eitt SI spælipláss, har leikurnar kunnu menna og stimbra førleikan hjá barninum. Garðurin er deildur sundur soleiðis, at tey smáu, 0-3 ára gomlu, hava møguleikan at vera fyri seg sjálvan.