29
Okt

KÍ-samling

Uppladingin til STEYPAFINALUNA er í gongd og spenningur í
29
Okt

Lýsing

  Námsfrøðingar ella hjálparfólk til DR.MARGRETHU BA
03
Okt

Ráðleggingardagur

Góðu foreldur. Vit vilja minna á, at fríggjadagin 10.okt

Endamálsorðing

Vit vilja, í samstarvi við foreldur og barn, tillaga stovnin soleiðis, at vit í einum kristnum, tryggum og barnavinarligum umhvørvi, kunnu geva hvørjum barni sær

• umsorgan, tryggleika og kærleika
• at menna barnið aldurssvarandi
• at síggja hvørt einstakt barn sum tað er
• geva barninum møguleika til samavgerð og samábyrgd, samsvarandi aldurin

Vit vilja stremba fram ímóti
• at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag, við atliti at læra barnið, at hava virðing og ábyrgd fyri sjálvum sær og øðrum, so tað við tollyndi kann knýta vinabond.
• at geva barninum møguleikan at virka í stórum og smáum bólkum, so tað lærir hjálpsemi, samarbeiði og at hava tol.

Ígjøgnum spæl og handaligt arbeiði
• at menna barnið rørsluliga
• at stimbra skapandi evni barnsins
• at styrkja tess sjálvsvirði og sjálvskenslu