16
Okt

Ráðleggingardagur

Tann 22.november 2024, hava vit ráðleggingardag. Tann dag
19
Jun

Lýsing eftir námsfrøðingum

Námsfrøðingar til DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐ Vit søk
07
Maj

SUMMARANSING

Síðsta freist at melda til summaransing er mikudagin 8.mai

Stovnurin

Søga
Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur. Hann varð upprunaliga settur á stovn í 1957 af limum í KFUM & K, og helt hann til í kjallaranum hjá KFUM & K. fram til 1979. Tá flutti stovnurin í nýggj hølir, ið vórðu bygd til endamálið. Stovnurin ligger væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ekki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Barnatal
Dr. Margrethu barnagarður er ein stórur stovnur, ið tekur ímóti 106 børnum í aldrinum 0 til 6 ár, deildur sundur í 7 stovur

Reyðastova 12 børn 0-3 år
Gulastova 12 børn 0-3 år

Lítlastova 18 børn 0-3 år
Bláastova 20 børn 3-5 år

Grønastova 20 børn 3-5 år

Miðlingastova 20 børn 3-5 år
 

Starvsfólkaviðurskifti
Umframt leiðaran, ið er setur 40 tíma og varaleiðarin ið er settur 35 tímar við leiðslutímun um vikuna. 360
 starvsfólkatímar eru roknaðir til barnagarðsstovurnar og 390 tímar til vøggustovurnar. Harav í minsta lagi skulu vera 2/3 pædagogtímar og í mesta lagi skulu vera 1/3 hjælpefólkatímar.

Afturat hesum eru stuðulstímar, alt eftir tørvi, vikarar, húsavørður og vaskifólk knýtt at stovninum. Øll starvsfólk, ið verða sett í starv á stovninum, undirskriva skjal um tagnarskyldu.

Nevndin
Nevndin fyri stovnin er ein 6-manna nevnd. Í henni sita 3 umboð frá KFUM & K, 2 forældreumboð og eitt umboð frá kommununi. Nevndarfundir eru minst 4 ferðir um árið, og eru leiðarin og varaleiðarin við á nevndarfundunum.

Umboð fyri KFUM & K eru : Herdis Vernarsdóttir, forkvinna, Gudrun Zachariassen og Kristianna Johannesen, Charlotta Thorseinsson eykaumboð.

Foreldraumboð eru : Annika Im Kunoy og Gunnvør Reyðberg. Onki eyka foreldraumboð er í løtuni.

Kommunuumboð er : Jóhanna Christiansen.