07
Maj

SUMMARANSING

Síðsta freist at melda til summaransing er mikudagin 8.mai
09
Apr

Starvsfólk til barnagarðin

STARVSFÓLK til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ Vit søkja eftir n
21
Mar

Foreldraumbosval

Val til barnagarðsnevndina í Drotning Margrethu Barnagarð

Upplýsingar

Fyri at barnið skal trívast, er umráðandi, at tað fær eina góða byrjan á stovninum. Tí vilja vit hava, at barnið saman við foreldrum kemur at vitja nakrar ferðir áðrenn tað skal byrja, soleiðis at barnið so líðandi kemur at kenna stovnin, starvsfólkini og børnini tað skal vera saman við. Vit vilja eisini fegin hava, at barnið, tá tað er byrjað, hevur stuttar dagar ta fyrstu tíðina.

Tað verður ein kontaktpersónur knýttur at hvørjum barni, sum so kemur at fylgja tí á stovninum.

Tá ið barnið kemur um morgunin, vilja vit hava, at tað verður latið til eitt av starvsfólkunum. Tann sum kemur við barninum letur tað úr yvirklæðunum og lægger matpakkan í kølskápið.

Av tí, at alt virksemi á stovninum byrjar kl. 10.00, vilja vit hava, – um ekki annað er avtalað – at barnið er á stovninum í seinasta lagi kl. 09.45. Tann ið kemur eftir barninum, letur tað í og​skal siga einum av starvsfólkunum frá, at tey fara heim við barninum. Um onkur annar enn foreldrini koma eftir barninum, vilja vit hava tað at vita frammanundan.

Koma og fara

Stovnurin letur op hvønn dag kl. 7.30 og letur aftur kl.17.00.

"Lukkistova"

Hvønn dag, tá ið klokkan er 16.15, verður virksemi flutt út í Gongina (høli Kfum&k), har tey børn, ið eftir eru á stovninum, eru saman við starvsfólkunum til tey fara heim.

Stovnurin er stongdur
•Grundlógardagin og Ólavsøkuaftan frá kl.12.00
•Jólaaftan, nýggjársaftan, flagdagin og ólavsøkudag, allan dagin
• Millum jól og nýggjár
•Ráðleggingardagin, leiðslan ásetur sjálv hendan dagin

Sjúka og frídagar

Er barnið sjúkt, skal tað ikki koma í barnagarð. Við sjúku meinast alt sum er smittuspjaðandi, ella um heilsustøðan hjá barninum er so vanalig, at tað ikki orkar at fylgja tí vanligu dagsskránni, at vera úti ella ímillum hini børnini. Um barnið ikki kemur í barnagarð / vøggustovu orsaka av sjúku ella hevur frí, skal tað verða boða okkum frá.

Umfarssjúkur

Trýst hende >>>

Frípláss

Tað er møguleiki hjá foreldrum at søkja um frípláss. Tann skattskylduga inntøkan í farna árið, er grundarlagið fyri um ein fær heilt ella partvíst frípláss. Umsóknarbløð kunnu fáast við at venda sær til Sosialu Deild, Klaksvíkar Kommunu ella til leiðaran á stovninum. Frípláss skal søkjast av nýgggjum, innan juni mánað, hvørt ár.

Udmeldan

Barnið kann meldast út við 14 daga freist, antin til hálvan ella fyrsta í mánaðinum.

Gjald

Peningaliga verður stovnurin rikin við, at kommunan rindar ein % part av rakstrinum og foreldrini rinda ein % part. Foreldragjaldið er kr. 1.150,00 kr. pr. mánað fyri barnagarðspláss, og 1.606,00 kr pr. mánað fyri vøggustovupláss, í 12 mánar. Gjaldið er forút og verður goldið við flyting í peningastovninum Bank Nordik konta 6460 1130791, í seinasta lagi tann 5. í hvørjum mánað.

Efterstøða

Sambært kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, kann plássið sigast upp, tá eftirstøðan fer upp um 3 mánaðir.