01
Des

Jólaverkstøð

Myndir eru at síggja í Myndasavn "Blandaðar myndir"
22
Nov

Skrá fyri nov./dec. 17

Góðu foreldur! Eins og undanfarin ár, fara vit at hava ym
02
Nov

Myndir

Myndir eru aftur at síggja inni á Myndasavn  og Blandaða

Um Virksemi

Tað er nógv virksemi á stovninum um dagarnar. Vit perla, seyma, klippa, tekna, mála, líma, spæla, viðhvørt alt ísenn. So av og á kann tað verða eitt sindur svansut. Tí vilja vit hava, at børnini eru í klæðum, sum tola at gerast skitin og vát. Vit gera dagligar túrar út av húsinum antin øll saman ella í minni bólkum. Ofta verður farið oman í fjøruna ella út um Klaksvíkina, har tað er frítt hjá børnum at spæla. Vit vitja eisini tey almennu spæliplássini, fótbóltsvøllin, fimleikarhøllinar, bókasavnið o.l. Garðurin hjá okkum verður eisini nógv nýttur. Vit hava fingið nýggjar leikur til garðin. Garðurin er deildursundur soleiðis, at tey smáu, 0-3 ára gomlu, hava ein part fyri seg sjálvan.