07
Maj

SUMMARANSING

Síðsta freist at melda til summaransing er mikudagin 8.mai
09
Apr

Starvsfólk til barnagarðin

STARVSFÓLK til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ Vit søkja eftir n
21
Mar

Foreldraumbosval

Val til barnagarðsnevndina í Drotning Margrethu Barnagarð

Reyðastova

Inni í Reyðustovu eru vit 12 fitt børn og eru vit ímillum 10 mánaðir og 3 ár. Um okkum hava vit 4 vaksin at hjálpa okkum at mennast og at verða saman. Okkum dámar væl at røra okkum. Tey vaksnu siga, at vit skulu gera eftir endamálsorðingini sum millum annað sigur : At ígjøgnum spæl skulu : - menna barnið rørsluliga - stimbra skapandi evnini hjá barninum - styrkja tess sjálvsvirði og sjálvskenslu. Hetta gera vit uppá ymiskan máta, td lætan fimleik inni á stovuni, hoppa, grulva og dansa. Vit brúka eisini fimleikarhallirnar har vit kunnu renna og spæla ymisk spøl sum eru fyri okkum. Okkum dámar eisini væl at ganga túrar, brúka náttúruna, bø, haga og fjøru.Okkum dámar eisini væl á rampuni og plenuni og at spæla úti í garðinum, har vit kunnu reiggja, renna, súkkla og spæla við sand.

At stimbra tey skapandi evnini, gera vit millum annað við at : - tekna - mála - spæla við vatn - gera gandadeiggj - spæla við lego, bilar, dukkur, puslispøl, lesa bøkur, syngja og mangt annað.

At síggja tað einkulta barnið sum tann persónur tað er og geva tí tað umsorgan tað hevur tørv á ímeðan tað er á stovninum, styrkja vit sjálvsvirði og sjálvskensluna hjá hvørjum einstaka barnið.

Vit svimja 1. ferð um vikuna, og eru í fimleikarhøllini 1. ferð um vikuna.

Vit vitja tey gomlu á Norðoya Ellis og Vistarheim og Sambýlið í Bøgøtu. ( Covid-19 forðar okkum í løtuni )

Vit hava samling hvønn dag og halda vit tað er deiligt. 

Vøggustovugjaldi er 1.606,00 kr. pr. mðr., alt árið.