20
Feb

Ráðleggingardagur

Felags ráðleggingardagur verður 12.mai 2023. Høvuðsmá
20
Feb

Summarstongt

Summarstongt verður í vikunum 29, 30 og 31. ( frá 17.jul
06
Feb

Myndir

Nakrar myndi eru at síggja inni á Lítlustovu, Bláustovu

Stovnurin

Søga
Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur. Hann varð upprunaliga settur á stovn í 1957 av limum í KFUM & K, og helt hann til í kjallaranum hjá KFUM & K. fram til 1979. Tá flutti stovnurin í nýggj hølir, ið vórðu bygd til endamálið. Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Barnatal
Dr. Margrethu barnagarður er ein stórur stovnur, ið tekur ímóti 115 børnum í aldrinum 0 til 6 ár, deildur sundur í 7 stovur

Reyðastova 12 børn 0-3 ár
Gulastova 15 børn 0-3 ár

Lítlastova 12 børn 0-3 ár
Bláastova 20 børn 3-5 ár

Grønastova 20 børn 3-5 ár

Miðlingastova 16 børn 3-5 ár
Nýggjastova 20 børn 3-5 ár 

Starvsfólkaviðurskifti
Umframt leiðaran, ið er settur 40 tímar og varaleiðaran ið er settur 12 leiðslutímar um vikuna, eru tað 456 starvsfólkatímar roknaðir til barnagarðsstovurnar og 390 tímar til vøggustovurnar. Harav í minsta lagi skulu vera 2/3 pedagogtímar og í mesta lagi skulu vera 1/3 hjálparfólkatímar.

Afturat hesum eru stuðulstímar, alt eftir tørvi, vikarar, húsavørður og vaskifólk knýtt at stovninum. Øll starvsfólk, ið verða sett í starv á stovninum, undirskriva skjal um tagnarskyldu.

Nevndin
Nevndin fyri stovnin er ein 6-manna nevnd. Í henni sita 3 umboð frá KFUM & K, 2 foreldraumboð og eitt umboð frá kommununi. Nevndarfundir eru minst 4 ferðir um árið, og eru leiðarin og varaleiðarin við á nevndarfundunum.

Umboð fyri KFUM & K eru : Herdis Vernarsdóttir, forkvinna, Gudrun Zachariassen og Kristianna Johannesen, Charlotta Thorseinsson eykaumboð.

Foreldraumboð eru : Annika Im Kunoy og Gunnvør Reyðberg. Sylvia L.Hansen eykaumboð

Kommunuumboð er : Jóhanna Christiansen.