04
Des

Stóra kalda jólaborðið

Í morgin, 5.december, verður tað stóra kalda jólaborði
22
Aug

Lýsing eftir námsfrøðingi /hjálparafólki

NÁMSFRØÐING /HJÁLPARFÓLK til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ V
06
Jul

Myndir

Myndir frá tiltakinum ið vit hava havt í juni /juli eru a

Grønastova

Í Grønstovu ganga 20 børn í aldrinum 3 til 5 ár. Vit leggja dent á at barnið fær ein indholdsríkan og mennandi dag, við avbjóðingum ið hóska til førleikan hjá barninum. Vit eru nógv úti í náttúruni, fyri at fáa hana at vera ein náttúrligan part af dagligdegnum hjá barninum. Vit leggja eisini stóran dent á gott foreldrasamstarv, tí vit meta at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Hetta gera vit m.a við at hava foreldrakaffi , og kunna foreldrini, mánað fyri mánað, hvat fer fram á stovuni. Endamálsorðingin fyri barnagarðin verður fylgd, sum er at lesa undir Stovnurin.

Vit svimja 1.ferð um vikuna og eru í Badmintonhøllini aðruhvørja vikuna.

Vit vitja tey gomlu á Norðaoya Ellis og Vistarheim og Sambýlið í Bøgøtu.

Barnagarðsgjaldi er 1.150,00 kr. pr.mðr., alt árið.