20
Feb

Ráðleggingardagur

Felags ráðleggingardagur verður 12.mai 2023. Høvuðsmá
20
Feb

Summarstongt

Summarstongt verður í vikunum 29, 30 og 31. ( frá 17.jul
06
Feb

Myndir

Nakrar myndi eru at síggja inni á Lítlustovu, Bláustovu

Endamálsorðing

Vit vilja, í samstarvi við foreldur og barn, tillaga stovnin soleiðis, at vit í einum kristnum, tryggum og barnavinarligum umhvørvi, kunnu geva hvørjum barni sær
•umsorgan, tryggleika og kærleika
•at menna barnið aldurssvarandi
•at síggja hvørt einstakt barn sum tað er
•geva barninum møguleika til samavgerð og samábyrgd, samsvarandi aldurin

Vit vilja stremba fram ímóti
•at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag, við atliti at læra barnið, at hava virðing og ábyrgd fyri sjálvum sær og øðrum, so tað við tollyndi kann knýta vinabond.
•at geva barninum møguleikan at virka í stórum og smáum bólkum, so tað lærir hjálpsemi, samarbeiði og at hava tol.

Ígjøgnum spæl og handaligt arbeiði
•at menna barnið rørsluliga
•at stimbra skapandi evni barnsins
•at styrkja tess sjálvsvirði og sjálvskenslu