04
Des

Stóra kalda jólaborðið

Í morgin, 5.december, verður tað stóra kalda jólaborði
22
Aug

Lýsing eftir námsfrøðingi /hjálparafólki

NÁMSFRØÐING /HJÁLPARFÓLK til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ V
06
Jul

Myndir

Myndir frá tiltakinum ið vit hava havt í juni /juli eru a

Bláastova

Bláastova er fyri børn sum eru ímillum 3 og 5 ár, og er pláss fyri 20 børnum tilsamans. Vit arbeiða eftir endamálsorðingini hjá barnagarðinum. Okkum dámar væl at verða úti og spæla, vit eru oft úti í Grøv ella Borðoyavík, har kunnu vit finna uppá ymisk spændende sum er gott fyri okkum.

Okkum dáma væl at svimja, fara í fimleikarhøllina, vitja ymisk støð í býnum, vitja tey gomlu, vitja onnur spælipláss.

Okkum dáma væl at hava samling, tá syngja vit, fortelja søgur, spæla ymisk spøl, dansa, snakka um veðrið og um hvussu dagarnir eita. Snakka um hvat vit skulu gera / fara og mangt andet.

Vit baka, gera gandadeiggj, mála, seyma, tekna og alt møguligt andet, onkuntíð alt í senn .

Vit svimja 1.ferð um vikuna og eru í Badmintonhøllini aðruhvørja viku.

Vit vitja tey gomlu á Norðaoya Ellis og Vistarheim og Sambýlið í Bøgøtu.

Barnagarðsgjaldi er 1.150 kr. pr. mánað alt árið.