Lýsing eftir námsfrøðingi /hjálparafólki
Nýggjastova.
Nýggjastova er ein barnagarðsstova fyri børn í aldrinum 3 til 5 ár. Hendan stovan lat upp fyri fyrstu ferð 1. nov. 1996. Síðani fluttu tey elstu børnini inn her og stovan bleiv kalla Stórastova.
Nú er aftur eitt skift, har stovan fer aftur til at vera fyri tey yngru børnini og sum byrjaðu 17.august 2020. Tey allar flestu børnini koma frá dagrøktini í Klaksvík og frá vøggustovuni Lítlustovu.
Í Nýggjustovu eru pláss fyri 20 børn. Í verandi løtu eru 2 námsfrøðingar og 2 hjálpara, sum vera um børnini og halda tey til í miðhæddini hjá Tummas Thomsen.
Øll børnini eru nýggj, tí verður dentur lagdur á tryggleika, trivna, nærumhvørvi og at koma at kenna hvønn annan .
Tað námsfrøðiliga arbeiði verður laga eftir hvørjum barni sær og í samskifti við hinar stovurnar á stovninum.
Vit fara at brúka náttúruna nógv og vera ofta úti, tá ið tað ber til.
Vit fylgja Endamálsorðingini, Ársætlan og Menningarsætlan stovnsins.
Vit svimja 1 ferð um vikuna og eru í Badmintonhøllini aðruhvørja viku.
Vit vitja tey gomlu á Norðoya Ellis og Vistarheim og Sambýli í Bøgøtu
Barnagarðsgjaldi er 1.150,00kr. pr.mdr., alt årið.