Námsfrøðingur ella hjálparfólk til
DR.MARGRETHU BARNAGARÐ
Vit søkja eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, 20 tímar um vikuna, at byrja 11.08.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er millum 10.00 og 14.00 ella eftir nærri avtalu. Starvi er í barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 6 ár.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15.juli 2025, kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður Gerðagøta 14 F0 - 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo

