29
Okt

KÍ-samling

Uppladingin til STEYPAFINALUNA er í gongd og spenningur í
29
Okt

Lýsing

  Námsfrøðingar ella hjálparfólk til DR.MARGRETHU BA
03
Okt

Ráðleggingardagur

Góðu foreldur. Vit vilja minna á, at fríggjadagin 10.okt

Lýsing
14
Apr

                                                               Námsfrøðingar og hjálparfólk til

 DR.MARGRETHU BARNAGARÐ

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum, at byrja 11.08.2025 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00

Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár

Tímatali er millum 20 og 40 tímar um vikuna.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.

Meira fæst at vita, við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 10.juni 2025, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 14

F0 - 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo