27
Apr

Tíðindi

~~DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐUR  v/ KFUM & K Gerðagøta
25
Apr

Flaggdagur

Mikudagin 25.apríl 2018 er Flaggdagur. Tá er stovnurin sto
22
Mar

Páskagudstænasta

Hósdagin kl.10.30 fara vit í kirkju. Tað er Hanus á Gør

Tíðindi
27
Apr

~~DROTNING MARGRETHU BARNAGARÐUR  v/ KFUM & K
Gerðagøta  FO-700  Klaksvík Telefon 455557
Teldupostur: margretha@margrehta.fo Heimasíða : www.margetha.fo

Námsfrøðingar

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi, 34 tíma viku, at byrja beinanvegin
Eisini verður søkt eftir 2 námsfrøðingum 40 tíma viku, at byrja 13.august 2018 ella eftir nærri avtalu.
Størvini eru í barnagarðsstovu 3 til 5 ár og 6 til 7 ár. Stovnurin er opin frá 7.30 til 17.30.

Vit ynskja:
• at tú tímir at vera saman við børnum inni sum úti og geva teimum nakrar spennandi og mennandi upplivingar
• at tú vilt verða ein partur av menningini av stovninum
• at tú vilt virka undir og saman við leiðsluni
• at tú ert opin fyri nýhugsan og broytingum
• at tú ert ein góður samstarvspartnari.
• at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• at tú ert fakliga áhuga/ur

Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:
• ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
• upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.


Vitja heimasíðuna  www.margretha.fo og lesa meira um okkum.

Lønar- og setunarviðurskiftir eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og er lønarsatsurin 11 / 20.
Um ikki námsfrøðingar søkja størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsøkn við avritið av prógvi og ummælum verða at senda til :
Dr. Margrethu Barnagarð
Gerðagøta 14,
Fo- Klaksvík

Í seinasta lagi  týsdagin 15.mai 2018. Setunarsamrøður verða í viku 21.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á telefon 455557