01
Des

Jólaverkstøð

Myndir eru at síggja í Myndasavn "Blandaðar myndir"
22
Nov

Skrá fyri nov./dec. 17

Góðu foreldur! Eins og undanfarin ár, fara vit at hava ym
02
Nov

Myndir

Myndir eru aftur at síggja inni á Myndasavn  og Blandaða

Skrá fyri nov./dec. 17
22
Nov

Góðu foreldur!
Eins og undanfarin ár, fara vit at hava ymisk tiltøk fram til jóla og sær skráin soleiðis út.
Í viku 48 : Byrja jólaverkstøðini
Í viku 49 : Baka vit smákøkur
12. dec.:  Tað Stóra kalda jólaborði         
13.des. :  Vit eta restir
14.des. :  Jólahugni, børn og starvsfólk ( frá kl.10 til 12 ) starvsfólk fortelur um jólaevangeliið, vit syngja og dansa um jólatræið, møguliga koma jólamenn at vitja. Vit eta rísingreyt til døgurða.
14.des. :  Jólahugni saman við foreldrum frá kl.15 til 17. Vit bjóða kaffi/ te, rísalamande, smákøkur og mandarinur.
18.des. : Jólagudstænasta í Christianskirjkuni kl. 10.30. Børnini skulu vera í barnagarðinum, seisast kl. 10.00. Stovnurin bjóðar jóladøgurða.

Vit fara at hava jólaverksstøð á stovunum og í gongini,  t.d fara vit at gerða jóladekratiónir, klippa og mála jólapynt, syngja, lesa og ymiskt annað.
Vit hava valt at hava eitt barnakór, sum øva nakrir sangir saman, sum síðani fara at framføra fyri børnunum í felagssamling.
Stórustovubørnini øva Lucia og fara tey at ganga Lucia, tá ið jólahugnin verður. Vit heita á tykkum foreldur, um at øva Luciasangin heima við barninum.
Barnagarðsnevndin  hevur avgjørt, at stovnurin hevur stongt ímillum jól og nýggjár.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól
og eitt av Harrans signa nýttár,
við tøkk fyri tað skjótt farna árið
 
 Blíðar heilsur
Starvsfólkið & leiðsla
November 2017