Lýsing eftir námsfrøðingi /hjálparafólki
NÁMSFRØÐINGAR til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ
Vit søkja eftir 4 námsfrøðingum, at byrja 7. aug. 2023, ella eftir nærri avtalu
Størvini eru á 30 tímar ella eftir avtalu, í barnagarðs-/vøggustovu
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/ 23.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein á tlf. 216734.
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. juni 2023 kl. 12.00.
Um ongin námsfrøðingur søkjir starvi, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo