Lýsing eftir námsfrøðingum og hjálparafólkum
Hjálparfólk til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ
Vit søkja eftir avloysar fyri hjálparfólk í farloyvi at byrja 1.oktober 2021 til 31.desember 2021. Tímatali er 28 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Starvi verður at arbeiða við børnum í aldrinum 0 til 3 ár.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 2 / 8 og 11/ 22.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Vivian B.Samson, 225719
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27.september 2021 kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo