14
Okt

Blóðpylsudagar

"Blóðpylsudagar" vera í komandi viku (vika 42). Vit hava
29
Sep

Myndir

Myndir frá samlingini í góðveðrinum í morgun, eru at s
16
Sep

Starvslýsing

  Hjálparfólk til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ Vit søkja ef

Lýsing eftir starvsfólkum
30
Jun


STARVSFÓLK til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ
Vit søkja eftir starvsfólkum at byrja 09.august 2021, ella eftir nærri avtalu
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár
Tímatali er millum 30 og 40 tímar um vikuna.


Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallir, svimjuhøll,fótbóltsvøllin, (rennibreyt), bókasavni, almenn spælipláss v.m. og ikki langt frá haga og fjøru. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 2 / 22.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Vivian B.Samson, 225719
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15.juli 2021 kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo