21
Mar

Foreldraumbosval

Val til barnagarðsnevndina í Drotning Margrethu Barnagarð
05
Mar

Sangløta í Varpinum

Hósdagin 7.mars fara vit at hava felags samling saman við
09
Feb

Tunnusláttur

Mánadagin 12.februar 2024, fara vit at sláa tunnu eins og

Lýsing eftir námsfrøðingum
07
May

 

Námsfrøðingar til Dr.Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 09.august 2021, ella eftir nærri avtaðu. Tímatali um vikuna er millum 40 og 30 tímar.

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15

Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár.

Vit vanta av tær :

• at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.

• at tú kanst skapa ein góðan, fjølbroyttan og tryggan gerandisdag,

  við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og

  starvsfeløgunum.

• at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði og vil

  virka fyri einum fakliga høgum støði.

• at tú tekur ábyrgd og hevur yvirblikk.

• at tú kanst arbeiða sjálvstøðug/ur og kanst taka avgerðir.

• at tú ert kveikjandi fyri børn og starvsfólk.

• at tú ert týðilig / ur í samskifti, ert flexibul og leggur dent á gott samstarv.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 22.

Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Vivian B. Samson á tlf. 225719.

Um ongin námsfrøðingur søkjir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7.juni 2021 kl. 12.00. Setunarsamrøður verða í viku 25.

 

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 14

F0 – 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo