28
Aug

Kunning

Kunning til starvsfólk og foreldur á dagstovnum Seinast
11
Aug

Tilmelding í viku 34

Góðu foreldur. Nú Covid-19 aftur er ímillum okkum, verð
04
Jun

Vit søkja eftir varaleiðara

                             Varaleiðari

Kunning
28
Aug

Kunning til starvsfólk og foreldur á
dagstovnum

Seinastu tíðina hava heilsumyndugleikarnir tíbetur kunna staðfest, at alsamt betri tamarhald er á støðuni við Covid-19 smittuni innanlands her í Føroyum.

Avgerð er tí tikin um, at dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu verða latnir meira upp.

Tilmeldingarskipanin er, sum kunnugt, ikki longur í gildi, og frá komandi mánadegi verður aftur loyvt foreldrum at koma inn á dagstovnarnar, tá tey koma við og eftir sínum børnum.

Tí fara dagstovnarnur í kommununi aftur at hava ein gerandisdag, sum í størri mun tekur støði í tíðini áðrenn smittan breiddi seg.

Vit meta, at hetta er eitt neyðugt stig fyri at skapa og styrkja trivnaðin á dagstovnum okkara, bæði millum børn, foreldur og starvsfólk.

Tó er umráðandi, at allir partar framhaldandi halda gott og støðugt reinføri og í øllum lutum brúka vit og skil í mun til tann smittuvanda, sum framvegis er í samfelag okkara og helst verður tað í drúgva tíð enn.

Klaksvík, 28. august 2020

Jógvan Skorheim
Borgarstjóri