12
Feb

Seyðaveitslan 2019

Seyðaveitsla verður fyri børnunum, sum ganga í Stórusto
12
Feb

Ráðleggingardagur

Ráðleggingardagurin verður fríggjadagin 1. mars 2019. He
29
Jan

Lýsing

~~Námsfrøðingar / hjálparfólk  Vit søkja eftir avloy

Lýsing
29
Jan

~~Námsfrøðingar / hjálparfólk

 Vit søkja eftir avloysarum, at byrja 15.februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Eitt farloyvisstarv 24 tímar um viku, frá 15.februar 2019 til 15. juli 2019
Eitt starv, at arbeiða 20 tímar um viku, frá 25. februar 2019 til 15.juli 2019
Eitt barsilsfarloyvi 29 tímar um vikuna, frá 11. mars 2019 til 15. juli 2019

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru, at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár

Vit kunnu bjóða tær :
• Ein stovn í menning, har tú hevur møguleikan, at seta tín dám á dagligdagin.
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit vilja hava, at umsøkjarin :
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Er nýhugsandi og íbirtari.
• Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
• Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
• Hevur ábyrdarkenslu.
• Hevur áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/21 ella 2/8.

Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 12. februar 2019, kl. 12.00.


Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo

Les meira um stovnin á heimasíðuna www.margretha.fo